Frá mars næsta ár verður fyri fyrstu ferð gjørligt at útbúgva seg sum ambulansuviðgeri í føroysku sjúkraflutningstænastuni.
Síðani 1. juli 2024 hevur verið krav, at vilt tú kalla teg “ambulansuviðgeri”, skalt tú hava eina galdandi autorisatión frá Sundhedsstyrelsen.
Sjúkrahúsverkið hevur seinastu árini arbeitt við at gera tað gjørligt at útbúgva seg sum ambulansuviðgera í Føroyum. Nú er komið á mál, og fyrstu lærlingarnir byrja í mars mánaði, skrivar Sjúkrahúsverkið.
Undir útbúgvingini er lærlingurin í skúla í Rybners Tekniske Skole í Esbjerg, og í praktikk á Sjúkraflutningtænastuni, og á Landssjúkrahúsinum. Útbúgvingin tekur fýra ár og ein mánað.
– Fyri Sjúkrahúsverkið og Sjúkraflutningstænastuna er tað sera spennandi, at hendan útbúgvingin nú byrjar, og í longdini er tað eisini neyðugt. Tann jaliga ávirkanin er týðilig. Tá roynd starvsfólk eru við sum upplæringar- og praktikkvegleiðarar, stuðlar tað eisini teirra egnu fakligu menning og vitanardeiling millum starvsfelagar, skrivar Sjúkrahúsverkið.
– At útbúgva starvsfólk frá grundini gevur eisini eina sterka festing, sum er serliga virðismikil í einum geira við stórum eftirspurningi á kønum starvsfólki.
– Yvirskipað fer útbúgvingin og upptøkan av lærlingum bæði at tryggja, at autorisatiónskrøvini vera hildin, umframt at stuðla einari haldbarari menning av okkara sjúkraflutningstænastu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald