Innanlands

Umstøðurnar at súkkla í høvuðsstaðnum skulu nú betrast

Tórshavnar kommuna hevur sett eina millión av til súkklubreytir og skýli í 2020.

Sjóneykan verður sett á súkkling í høvuðsstaðnum í 2020 (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Sjóneykan verður sett á súkkling í høvuðsstaðnum í 2020 (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2019-12-18 17:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tórshavnar kommuna skrivar, at ætlanin er at stimbra burðardygga ferðslu, sum hevur jaliga ávirkan á heilsuna hjá borgarunum. Tí verða umstøðurnar at súkkla í høvuðsstaðnum betraðar í 2020.

Fyrireikingarnar til at gera betri merking, broytingar í ferðsluni, umframt ymisk forvitnislig súkklutiltøk, har ljós verður varpað á súkkling, eru farnar í gongd.

Kommuna fer í 2020  at seta sjóneykuna á súkkling, har fólk verða eggjað til at súkkla og ganga meira í gerandisdegnum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder