Innanlands

Umvæla lægd á ovara vølli

Í vikuni varð staðfest ein lægd á Ovara vølli, sum bendi á trupulleikar við undirlendinum

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-09-18 16:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í vikuni varð staðfest ein lægd á Ovara vølli, sum bendi á trupulleikar við undirlendinum. Av tí at Havnará rennur undir vøllinum, varð lokarennan, sum áin rennir í, kannað. Staðfest er hol í síðuvegginum har, sum lægdin á vøllinum er, og at tilfar er runnið undan vøllinum.

Lokarennan verður nú umvæld, og undirlendið á vøllinum, har lægdin er, verður gjørt av nýggjum. Hetta verður alt liðugt síðst í næstu viku.

Nýtt graslíki er júst lagt á vøllin. Ábending er um, at vøllinum tørvar meira gummigranulat, so at vøllurin er á nøktandi stigi til bóltspæl. Kommunan hevur í hesum sambandi bílagt meira gummigranulat, sum verður í Føroyum um 2-3 vikur.

– Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder