Innanlands

Umvælingin av Shefa-2 kaðalinum liðug

Kaðalin varð settur aftur í rakstur fyrr í kvøld

2025-08-06 23:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Umvælingin av skaðanum á SHEFA-2 kaðalinum millum Orkney og Skotland er nú liðug, og kaðalin varð settur aftur í rakstur fyrr í kvøld.

Hesum boðar Net frá.

Brek kom á kaðalin leygarmorgunin 26. juli, tætt við Orkney. Umvælingin tók eitt sindur longri tíð enn upprunaliga mett, millum annað vegna vánaligt veður í økinum fyrr í vikuni.

Nú er hetta so komið aftur í rættlag, sigur Net.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder