Stóra norska alifyritøkan Marine Harvest, sum eisini hevur virksemi í Føroyum, boðaði í gjár frá, at felagið skiftir samleika og navn. Frá 1. januar 2019 eitur fyritøkan Mowi. Broytingin er tó treytað av, at hon verður formliga samtykt á aðalfundi í felagnum.
Alf-Helge Aarskog, forstjóri í Marine Harvest, kunngjørdi broytingina á eini ráðstevnu fyri íleggjarar í Edinburgh í Skotlandi í gjár.
Nýggja navnið sipar til ein av undangongumonnunum í norskari laksaaling, Thor Mowinckel, sum byrjaði norska laksaaling í einum felagi, ið kallaðist Mowi.
Thor Mowinckel var av týskari keypmannsætt í Bergen, sum við fakligari hjálp frá akvariinum í Bergen og fíggjarligari hjálp frá Norsk Hydro byrjaði at ala í einum avbyrgdum sundi á Sotra uttan fyri Bergen í sekstiárunum.
Tað eydnaðist honum at ala fram eina stammu av stórum og sterkum laksi, sum framvegis ber Mowi-navnið. Fyritøkan vaks, men við alt meira íløgupeningi frá Norsk Hydro, skifti felagið seinni navn til Hydro Seafood, sum var eitt av teimum heilt stóru feløgunum ta fyrstu tíðina av norsku alisøguni. Hydro Seafood varð í 2000 selt til Marine Harvest.
Marine Harvest er eisini eitt gamalt felag innan aling, sum byrjaði við skotsku vesturstrondina. Altjóða fyritøkan Unilever átti Marine Harvest at byrja við, sum síðan varð selt til niðurlendska Nutreco áðrenn norski ríkmaðurin og reiðarin, John Frederiksen, í 2006 keypti Marine Harvest, og harvið eisini Mowi/Hydro Seafood aftur til Noregs og legði tað saman við Pan Fish og Fjord Seafood.
Nú 12 ár seinni er so avgerð tikin um at broyta navnið á felagnum til Mowi. Tá Alf-Helge Aarskog kunngjørdi ætlanina í gjár, varð einki sagt um orsøkina til at navnaskiftið, og Thor Mowinckel varð heldur ikki nevndur, men í tíðindaskrivi frá Marine Harvest sigur Aarskog:
”Mowi er hugkveikjandi navn og vekir minni um slóðbrótaraandan, ið er mentur í felagnum hesi seinastu árini. Síðan fyrsti laksurin varð heystaður í 1964, eru vit vaksin til eitt fullfíggjað altjóða felag við kleking, fóðring, aling, virking og sølu. Hesi 50 árini hava vit verið trúgv mótvegis okkara kjarnuvirðum og umsorganini av okkara fólki, okkara fiski, okkara kundum og umhvørvinum”.
Marine Harvest er heimsins størsta alifyritøka við millum 25 og 30 prosentum av heimsmarknaðinum. Felagið hevur virksemi í 24 londum, og ætlar at brúka 35 milliónir evrur komandi tvey árini til at marknaðarføra Mowi á alheims marknaðunum sum eina merkivøru fyri alilaks.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald