Fríggjadagin gjørdust fyrstu partarnir av røðini "The Rings of Power" tøkir á stroymingartænastuni Amazon Prime, og sambært Amazon tók røðin øll metini hjá stroymingartænastuni á fyrsta degi.
Røðin byggir á fantasy-heimin hjá J.R.R. Tolkien, og er hon ein undansøga til "Ringanna Harri"-tríverkið.
Amazon hevur brúkt nógvar pengar uppá røðina, sum skal kappast við aðrar stroymingartænastur sum Netflix, HBO Max og Disney+. Røðin hevur nevniliga higartil kostað 715 milliónir dollarar ella 5,3 milliardir krónur, skrivar Ritzau.
Á frumsýningardegnum hugdu 25 milliónir fólk kring heimin eftir teimum báðum fyrstu pørtunum, og Amazon sigur, at hetta var størsta frumsýning teirra nakrantíð.
"The Rings of Power" gongur fyri seg í Miðgarði, eins og "Ringanna Harri", tó fleiri túsund ár áðrenn tíðina hjá Frodo og hinum, sum fólk kenna úr upprunabókarøðini og filmsrøðini av sama navni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald