Tveir amerikanskir suðurstatir hava nú útsett undanvalið.
Talan er um Louisiana og Georgia, har undanval skuldi vera 4. apríl og 24. mars.
Sambært Ritzau, verður undanvalið í Georgia fyribils útsett til 19. mai, meðan undanvalið í Louisiana verður útsett til 20. juni.
Orsøkin til hetta er coronavirusið, sum leygardagin kravdi sítt fyrsta mannalív í Louisiana. Talan var um ein 59 ára gamlan mann, sum eisini hevði aðrar tupuleikar við heilsuni frammanundan.
Endamálið við undanvalinum er, at republikanar og demokratar skulu peika á tað valevnið, sum skal umboða flokkin til forsetavalið í november.
Hjá republikanum er ósannlíkt, at Donald Trump, sum sitandi forseti, ikki verður valdur, men hjá demokratunum kappast Bernie Sanders og Joe Biden enn um at gerast endaliga valevnið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald