Innanlands

Undirsjóvartunlarnir 7,5 mió. kr. í avlopi

Vága- og Norðoyatunnilin hava havt aðalfund

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-04-11 16:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

P/F Norðoyatunnilin og P/F Vágatunnilin hava havt aðalfund, har roknskapirnir vórðu framlagdir.

Vágatunnilin

Ársúrslitið í P/F Vágatunlinum fyri 2018 gjørdist eitt avlop á 4,1 mió. kr.  Umsetningurin  var  14,7 mió. kr. Í Vágatunlinum koyrdu 896.864 akfør gjøgnum tunnilin, 57.114 fleiri enn í 2017, ein vøkstur  á 6,8%.  Hetta svarar til, at tað koyrdu 2.457 akfør í miðal hvønn dag. Til sammetingar koyrdu 2.301 akfør í miðal hvønn dag í 2017.

Norðoyatunnilin

Úrslitið í  P/F Norðoyatunlinum varð eitt avlop á kr. 3,4 mió. kr.  Umsetningurin var 19 mió. kr. í 2018 og 21 mió. kr. í 2017. Orsøkin til minni inntøkurnar er, at prísirnir, fyri at nýta tunnilin, lækkaðu í 2018.  Í Norðoyatunlinum koyrdu 1.217.826 akfør gjøgnum tunnilin, sum er ein vøkstur á 7% í mun til 2017, tá 1.138.369 akfør gjørdu nýtslu av tunlinum. Ferðslan í 2018 hevur verið 3.337 akfør/døgn í miðal, í mun til 3.119 akfør/døgn í 2017.

Nevndirnar afturvaldar

Á aðalfundinum vórðu nevndirnar afturvaldar. Í nevndini fyri Norðoyatunnilin sita: Jens Kári Vilhelm, Heri M. Hammer og Johanna á Bergi. Nevndin skipaði seg við við Jens Kára Vilhelm sum formanni og  Hera M. Hammer  sum næstformanni.

Í nevndini fyri Vágatunnilin sita: Jens Kári Vilhelm, Dánjal T. Thomsen, Mathea Hilduberg og Marita Hentze. Nevndin skipaði seg við Jens Kára Vilhelm sum formanni og Dánjal T. Thomsen sum næstformanni.

-  Vága- og Norðoyatunlarnir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder