Innanlands

Undirskriftirnar latnar Heilsu- og innlendismálaráðnum

- Hetta er ein fantastisk kensla, segði Hjalmar Zachariassen úr Føroyaflokkinum, tá hann hevði latið undirskriftirnar inn í gjár

Savnsmynd (Sverri Egholm)

Savnsmynd (Sverri Egholm)

2019-07-06 13:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað var seinnapartin í gjár, at Hjalmar Zachariassen lat Heilsu- og innlendismálaráðnum tær neyðugu undirskriftirnar, sum skulu til fyri at stovna nýggjan flokk.

- Tað er ein fantastisk kensla. Tá eg byrjaði uppá hetta her í 12. tíma, hevði eg ikki trúð, at tað fór at ganga so skjótt og so væl, segði Hjalmar Zachariassen við R7 seinnapartin í gjár.

Stovnarin av Føroyaflokkinum greiðir frá, at nú verður farið í gongd við at fáa nøkur fá valevni, fáa stevnuskránna uppá pláss og at skaffa fígging til at føra valstríð.

- Eg veit ikki hvussu umfatandi, tað verður, men tað er at møta upp til alt tað, sum mann kann og royna at gera ein góðan figur, segði hann.

Sjálvur kallar Hjalmar Zachariassen Føroyaflokkin fyri ein klassiskan liberalan flokk.

- Vit hava sterkt fokus á tann fría marknaðin, og vit hava fokus uppá ognarrættin. Vit hava eisini fokus á talufrælsið og frælsið hjá einstaklinginum. Slíkt hevur øgiliga nógv at siga fyri okkum, greiðir hann frá.

Nú skal Heilsu- og innlendismálaráðið so kanna undirskriftirnar, og verða í minsta lagi 800 av teimum góðkendar, verður stovnanin av Føroyaflokkinum góðkend.

Til ber at hoyra alla samrøðuna, sum R7 hevði við Hjalmar Zachariassen her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder