Uttanlands

Undirvatnsfar ætlað til ferðafólk saknað

Leiting er sett í verk eftir einum fari, sum kavaði niður til vrakið av Titanic. Men onki verður sagt um fólk eru við, ella um hvussu nógv um so er

2023-06-19 16:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein kavbátur, ella undirvatnsfar, ið verður brúktur til at senda ferðafólk djúpt niður í havdýpið fyri at hyggja eftir vrakinum av Titanic, er horvin í Atlantshavinum.

Leiting er sett í verk, skrivar BBC við The Boston Coastguard sum keldu.

Einki verður sagt um fólk eru í saknaða kavbátinum, og um hvussu nógv um so er. BBC kallar farið fyri eitt ‘submersible’ so møguliga er kavbátur ikki rætta heitið at brúka um farið.

Bretski miðilin skrivar, at tað er kostnaðarmikið hjá fólki at fáa upplivilsið av at sleppa niður í 3.800 metra dýpi fyri at síggja Titanic. Tað tekur tilsamans einar átta tímar at koma niður og uppaftur.

Titanic sakk á síni jomfrúferð náttina til 15. apríl 1912 eftir at hava stoytt saman við eitt ísfjall. Tað var í 1985, at funnið varð fram til, hvar leivdirnar av skipinum liggur.

Av teimum 2.200 ferðafólkunum og manningini umborð, doyðu yvir 1.500.

Vrakið av marglætisferðafólkaskipinum, sum var tað størsta í síni tíð, liggur á umleið 3.800 metra dýpi í Atlantshavinum út fyri norðuramerikansku strondini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder