Skúlablaðið: Endamálið við verkætlanini í lærugreinini handaverki og list í sætta flokki farna skúlaár var at styrkja fatanina hjá næmingunum av plastdálking og burðardygd gjøgnum verkliga, kannandi og skapandi undirvísing.
Hetta var gjørt við støði í nærumhvørvinum í Vági, so næmingarnir fáa innlit í, hvat teir sjálvir kunnu gera fyri at gera mun. Íblástur til verkætlanina kemur eitt nú frá hentleikum í Fab Lab. Undirvísingin fer fram í tvílæraraskipan.
Skúlablaðið hevur tosa við Tinu Grønbech, leiðara á Fab Lab-stovuni, og Elin Tausen, lærara í Vágs skúla.
- Tá ið mann arbeiðir verkligt, kannandi og skapandi, ber til at fáa nógv sjónarhorn inn í uppgávuna, sum tú ert í holt við. Verkætlanin sameinir vitan, tað verkliga og nýskapan og gevur næmingunum møguleika at fara frá fatan til handling í arbeiðinum við eini týðandi umhvørvisavbjóðing. Tað er ógviliga mennandi; tað gevur eisini nógv meiri at fara úr skúlastovuni út í náttúruna ella at vitja á vinnuvirkjum. Tá fáa næmingarnir høvi at síggja tað, sum undirvíst verður í ella um. Næmingunum dámar tað sera væl; næmingarnir eru vanir at arbeiða á henda hátt, tí vit hava arbeitt soleiðis í handaverki og list, síðan teir gingu í triðja flokki.
Undirvísingin var tveir tvítímar tvær ferðir um vikuna, mána- og týsdag. Undirvísingin mánadag byrjaði altíð við, at tað varð tikið aftur í tað, sum næmingarnir arbeiddu við vikuna frammanundan. Hvørja viku vóru verkligar uppgávur á skránni.
- Ein verklig uppgáva kann vera at savna plast og rusk; ein onnur uppgáva kann vera at vitja eitt virki. Vit eru so heppin at hava eitt sera væl útgjørt Fab Lab; har eru nógvar maskinur, so sum ymiskar at skera við, 3D-prentarar, træfresarar og annað. Við Fab Lab sleppa næmingar at brúka tøkni í læringini. Vit royna í undirvísingini at varpa ljós á tað, sum vit hava í Føroyum; tað kann vera tari, ull og annað.
Næmingarnir hava arbeitt í bólkum við ymiskum evnum, m.a. plasti í náttúruni, plasti og klædnaídnaði, sløgum av plasti, fakta um plast, og hvat vit sjálv kunnu gera. Í hesum sambandi hava tey eitt nú arbeitt við undirvísingartilfari og filmum, vitjað fyritøkur, gjørt plansjur og stop motion-filmar, endurnýtt plast frá 3D-prentarum til nýggjar lutir og so sniðgivið og framleitt klistrimerki til ruskbýti og sett skipan í verk í skúlunum við ruskspannum, so rusk og plast kann verða skilt.
Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2026
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald