Innanlands

Ung í arbeiði 2020 í Vágs kommunu

Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi. Tað er fyri ung í aldrinum 14 til 16 ár

2020-06-03 15:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eins og undanfarin ár, verður aftur í ár møguligt hjá ungum í aldrinum 14 til 16 ár at vinna sær nakrar krónur, sum ung í arbeiði hjá Vágs kommunu.

Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi og kann m.a. fevna um fríðka, lúka, mála, upprudding, viðlíkahald av gøtum og vegum og so framvegis.

Umsøkjarin má vera fyltur 14 ár áðrenn 30. juni, men má ikki fylla 17 ár áðrenn 25. juli. Tey ungu verða sett eftir vanligum setanartreytum og lønt eftir sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Alt eftir hvussu stórur áhugin er fyri tilboðnum, sleppa tey til arbeiðis í umleið 2 vikur hvør. Byrjað verður mánadagin 22. juni, og freistin at søkja er fríggjadagin 12. juni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder