Tey seinastu tvey árini hevur Klaksvíkar kommuna royndarkoyrt eina nýskipan við Ung í Arbeiði, har endamálið hevur verið at geva ungum møguleika at arbeiða á kommunalum og privatum arbeiðsplássum alt árið. Nú verður hendan skipanin varandi.
Áðrenn hevur tað verið á tann hátt, at ungir borgarar hava verið partur av kommunalu arbeiðsorkuni í tvær vikur av summarfrítíðini - har hava skúlaungdómar millum annað verið at sæð runt í býnum við málingapensli í hond.
.- Eg haldi, at tað hevur stóran týdning, at kommunan áhaldandi mennir loysnir og hugskot, sum eru burðardygg. Við hesi skipanini eru vit við til at menna samstarv, samskiftið og relatiónir millum yngra ættarliðið og arbeiðsmarknaðin. Ikki bara í tvær vikur, men í eitt nógv longri tíðarskeið.
Tað sigur Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini.
Avgerðin um at gera Ung í Arbeiði skipanina til eina varandi loysn varð tikin politiskt í desember í 2019. og Klaksvíkar kommuna skrivar, at børn, ung og arbeiðsgevararnir fegnast um hesa avgerðina.
Durita Samuelsen hevur ment verkætlanina og er nú sett í starv sum samskipari av Ung í Arbeiði, sum hon gleðir seg at menna enn meira:
-Trivnaðardeildin í kommununi varðar av verkætlanini, og sostatt er tað upplagt, at samstarvað verður við m.a. skúlan og Húsið, sum er ungdómshúsið fyri ung í Klaksvíkar kommunu. Tætt samstarv við tey, sum longu eru í sambandi við tey ungu, kann bara vera við til at lyfta verkætlanina enn meira, og møguliga eisini lata upp fyri nýggjum hugskotum, sum kunnu verða ment tvørfakliga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald