Mentan

Ung í Fuglafirði framleiða filmar

Filmhúsið og UNG-530 bjóða ungum við áhuga fyri filmi at royna seg innan filmsframleiðslu – Filmsleikstjórin Andrias Høgenni fer at leiða verkstovuna “Talent í Eygsjón” í Fuglafirði 30. og 31. oktober

Talan er um eina grundleggjandi og intensa frálæru í filmsframleiðslu, og tað verður kendi føroyski filmsleikstjórin Andrias Høgenni, sum fer at leiða hópin hesar dagarnar (Savnsmynd)

Talan er um eina grundleggjandi og intensa frálæru í filmsframleiðslu, og tað verður kendi føroyski filmsleikstjórin Andrias Høgenni, sum fer at leiða hópin hesar dagarnar (Savnsmynd)

2025-10-26 12:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú fáa ung í Fuglafirði møguleikan at royna seg at gera film.

Tað er Filmhúsið og UNG-530, ið bjóða ungum við áhuga fyri filmi at koma á gátt og verða við í verkætlanini “Talent í Eygsjón” .

Hetta er ein verkætlan, sum hevur til endamáls at geva ungum ein møguleika at menna virkishugin innan filmframleiðslu á føroyskum. Verkætlanin ferðast um alt landið, so øll ung í Føroyum fáa høvi at royna seg og hesaferð verður tað í Fuglafirði.

Talan er um eina grundleggjandi og intensa frálæru í filmsframleiðslu. Kendi føroyski filmsleikstjórin Andrias Høgenni, fer at leiða hópin hesar dagarnar.

“Talent í Eygsjón” í Fuglafirði verður hósdagin 30. og fríggjadagin 31. oktober; báðar dagarnir frá kl. 15:00 – 19:00 í gomlu kantinuni á Havsbrún í Fuglafirði. Øll ung í aldrinum 7. flokkur til og við 18 ár, við áhuga, fyri filmi eru vælkomin. Tað er ikki eitt krav, at tú hevur arbeitt við filmi fyrr. Tiltakið er ókeypis.

Nærri kunning um verkstovuna á heimasíðuna hjá Filmhúsinum www.ffi.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder