Innanlands

Ung kristin savnast við Tjarnir í heystfrítíðini

Tiltakið EKKÓ fyri fimtu ferð dagarnar 15. til 17. oktober.

2026-10-08 06:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í heystfrítíðini, 15. til 17. oktobur, verður árliga, tvørkirkjuliga ungdómstiltakið, Ekkó, hildið uppi við Tjarnir. Hetta er fimta árið at Ekkó er, og tí verður eisini nakað meir enn vanligt gjørt burturúr.

Lagt er upp til tríggjar spennandi dagar við møtum, góðum felagsskapi, lovsangi og undirhaldandi tiltøkum. Aftan á hvørt tiltak verða konsertir og onnur spennandi tiltøk, sum leggja upp til eina veruliga ungdómsveitslu uppi við Tjarnir.

EKKÓ byrjar hóskvøldið 15. oktober klokkan 20. Tiltøk verða hóskvøld, fríggjakvøld og leygarkvøld, og hvørt kvøld verður byrjað klokkan 20. Harumframt verða ymiskir aktivitetir um dagarnar, sum kunnað verður nærri um so hvørt á tiltøkunum. 

Øll tiltøk á Ekkó eru almenn og ókeypis.

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder