2018-07-12 08:27
Klokkan 17:50 í gjár fekk løgreglan fráboðan frá tollvaldinum um, at tey høvdu tikið eina kvinnu í tjúgunum fyri at smugla hash.
Føroyska kvinnan var komin heim við Norrønu og hevði 1 gramm av hashi í viðførinum.
- Tá ið talan er um so lítla nøgd, hava vit fyrr bara givið bót, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
- Nú skulu allar hashsakir, eisini tær sum handla um eitt gramm av hashi, í rættin.
Unga kvinnan skal tí møta í rættin fyri at smugla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald