Innanlands

Ungdómslega um at taka støðu

Legan verður í Nesvík 5.-9. august

Mynd: Kirkjuliga Heimamissiónin

Mynd: Kirkjuliga Heimamissiónin

2018-07-22 18:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aftur í ár verður tiltikna ungdomslegan í Nesvík. Legan er frá 5.-9. august og er ætlað teimum í ganga í 8-10 flokki.

Í ár er evnið "Takið støðu". Yvirskriftin hevur eina dupulta funktión - hetta at vit eru noydd at taka eina persónliga støðu til Jesus, og hvør hann er fyri okkum. Tað koma í millum annað Pól Johannessen, Bergur Debes Joensen, Kartin Høgnesen og Agnar Falkvard at tala um.

So er eisini ein ítróttarlig funktión, har OL kemur at seta dám á tey ymisku tiltøkini á leguni. Millum annað Nesvík Open legukappingina, har kappast verður í alternativum olympiskum kappingum, har øll kunnu vera við. Eisini verður eitt stórt veitslukvøld, har salurin í Nesvík verður umbroyttur til eitt stórt OL afterparty og vit øll fara at lata okkum í sum hesi kendu ítróttarfólkini.

Alt er við at verða klárt nú. Leiðarar og hjálparfólk hava hitst fleiri ferðir fyri at fyrireika tí bestu leguna.

Enn er pláss eftir og freistin at melda til er 26. juli á midnátt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder