Innanlands

Ungir bilførarar fingu koyriforboð

Tveir ungir bilførarar mugu taka koyrikortið av nýggjum, um teir ætla sær í bil aftur

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-30 08:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan tók um døgurðaleitið í gjár fimm bilførarar fyri ov nógva ferð í Eysturoynni.

Tveir ungir bilførarar fingu eina keðiliga byrjan uppá summarferiuna. Teir vóru tiknir fyri at koyra ávikavist 119 km/t á landsvegi og 84 km/t í bygdum øki.

Harumframt var ein tikin fyri at 84 km/t í bygdum øki og har verður lagt upp til treytaða frádøming av koyrikortinum.

Tveir bilførarar fingu eisini klipp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder