Innanlands

Ungir dreingir tiknir í stolnum bili

Alt bendir á at dreingirnir høvdu vitan um fyritøkuna, ið eigur bilin. Møguliga ætlaðu teir at seta bilin aftur áðrenn nakar varnaðist

2023-10-19 08:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um hálvgun tvey tíðina í nátt varð ein vørubilur støðgaður í Havn. Tað vísti seg at vera ein stolin bilur.

Tríggir dreingir vóru í bilinum – ongin teirra fyltur 18, og tískil uttan koyrikort.

Vaktleiðari á politistøðini sigur í morgun, at løgreglan hevði fingið eina ábending um illgruna til at ein vøruvognur var stjolin, og tí hildu politistarnir serligt eyga við vørubilum, sum vóru á ferð í nátt.

Talan er um ein bil hjá eini flutningsfyritøku, og fyribils kanningarnar av málinum benda á, at minst ein av dreingjunum, sum vóru í bilinum, helst hevði so mikið av kunnleika til fyritøkuna, at hann hevur havt vitan til, hvussu fáast kundi fatur á lyklinum. Kanska høvdu teir ætlanir um at seta bilin aftur áðrenn nakar varnaðist. Talan er ikki um innbrot, sigur vaktleiðarin.

Løgreglan hevur verið í sambandi við fyritøkuna í morgun, men hevur ikki fingið fulla greiði á staklutunum í hesum máli.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder