Innanlands

Unglingar stjólu rúsdrekka

Óbodnir gestir vóru í húsum á Argjum í nátt, tá ungfólk stjólu rúsdrekka. Løgreglan fer nú at tosa við foreldrini og sosialar myndugleikar

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-12-10 09:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað hevur verið friðarligt hjá løgregluni í nátt. Fá fólk vóru í býnum, men sum altíð var onkur sum gjørdist heldur fullur, og mátti hjálpast.

Hinvegin fekk løgreglan um tvey tíðina fráboðan á Argjum um, at óbodnir gestir vóru í einum húsum. Patrulja fór á staðið og fekk fatur á nøkrum unglingum, sum fóru farnir avstað við nakað av alkoholi.

Nú fer løgreglan at tosa við foreldur og sosialar myndugleikar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder