
Í nátt var løgreglan úti við lasaranum og gjørdu ferðamátingar Millum Fjarða, og í hesum sambandi varð ein bilførari tikin fyri at koyra ov skjótt.
Talan var um ein 18 ára gamlan førara, sum júst hevði fingið koyrikort.
Hann koyrdi yvir 130 km/t, har hann bert hevði loyvi at koyra 80 km/t, og fyri hetta missir hann koyrikortið treytaleyst, sigur løgreglan.
Annars hevur talan verið um eina stak friðarliga nátt við einum rættiliga "avdempaðum" býarlívi, sum vaktleiðarin á politistøðini málber seg.
Løgreglan hevur verið nógv til staðar í náttarlívinum og hevur m.a. verið og vitjað skeinkistøð og gjørt málrættað átøk móti harðskapi og rúsevnum.
Í nátt var eisini eitt møguligt herverksmál, sum snúði seg um ein fullan persón, sum breyt ein rút í miðbýnum í Havn.
Málið verður tikið uppaftur í dag, og er tað ikki greitt, um brotsmaðurin verður skuldsettur fyri herverk ella ikki.
– Tað er upp til eigaran, um hann vil melda hann fyri herverk, ella um tað er nóg mikið hjá honum at fáa endurgjald, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald