Innanlands

Ungur maður hóttur á netinum

Skulu privatar myndir av ungum manni ikki almannakunngerast, skal hann rinda 7000 krónur. Hann hevur meldað málið til løgregluna

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-09-15 08:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað kemur fyri við jøvnum millum bili, at ungir menn verða hóttir á netinum at rinda pening fyri at privatar myndir av teimum ikki skulu almannakunngerast.

Løgreglan fekk í gjár aftur eina fráboðan um hetta.

Maðurin varð kravdur eftir 7000 krónum í okkara pengum, men løgreglan mælir ikki til at flyta, tí so verður ein bara kravdur eftir meira.

Hetta málið víkir kortini frá øðrum líknandi málum, tí maðurin vil vera við, at hann ongantíð hevur sent hesar privatu myndir víðari, sum hann er hóttur við.

Løgreglan arbeiðir við, at maðurin kann vera blivin hakkaður, og heitir á fólk um javnan at broyta loyniorði á sínum sosialu plattformum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder