Uni Debess fer komandi vikuskifti at spæla tríggjar konsertir í Danmark, harímillum eina konsert saman við nøkrum av matastu blues tónleikarum í Danmark.
Talan er um ongar minni enn Paul Banks, ein amerikani, sum hevur gjørt nógv um seg innan blues tónleik síðani 1970'ini, Big Creek Slim, sum hevur vunnið nógvar tónleikaprísir fyri sín sera autentiska hátt at framføra sín blues tónleik, og Peder Nande, sum umframt at vera kendur sum munnharpuspælari hjá fleiri kendum bólkum, eisini er fyriskipari av hesi kendu Blues Jamboree, har hann hýsir ymiskum solistum, sum hann setur at spæla saman. Nú er tað so Uni, sum skal royna seg.
Fyrsta konsertin hjá Una Debess við band verður fríggjakvøldið 24.08 kl 22.00 í kenda blues klubbanum Mojo í Keypmannahavn.
Leygardagin 25.08 kl. 11.30 og kl. 13.00 verða tær fyrstu framførslurnar til tiltakið "Vild Med Musik" í Vejle, har Uni skal spæla við Blues Jamboree.
Síðsta framførslan á hesum sinni verður sama kvøld kl. 21.00 í Ølluminato í Viborg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald