Innanlands

Universitets-sjúkrahúsið tekur skap

Álit um, hvussu sjúkrahúsverkið kann fyrireikast til at gerast universitetssjúkrahús, varð handað landsstýriskvinnuni í dag

Arbeiðsbólkurin saman við landsstýriskvinnuni. Frá vinstru Magni Mohr, May-Britt Skoradal, Birita Ludvíksdóttir, Margit Stórá, Steinar Eirikstoft, Tummas í Garði og Gunnbjørt Guttesen (Mynd: hmr.fo)

Arbeiðsbólkurin saman við landsstýriskvinnuni. Frá vinstru Magni Mohr, May-Britt Skoradal, Birita Ludvíksdóttir, Margit Stórá, Steinar Eirikstoft, Tummas í Garði og Gunnbjørt Guttesen (Mynd: hmr.fo)

2023-09-13 16:41 Author image
Innsent
placeholder

Endamálið við at fyrireika sjúkrahúsverkið til universitetssjúkrahús, er partur av menningini av sjúkrahúsverkinum, sum eisini kemur okkara sjúklingum til góðar. Gransking vísir, at sjúkrahús, sum raðfesta, at teirra heilsustarvsfólk fáa umstøður og tíð til gransking og undirvísing, hava eina betri sjúklingaviðgerð.

Arbeiðsbólkurin er sannførdur um, at eitt universitetssjúkrahús fer at vekja áhugan hjá fleiri læknum og øðrum heilsustarvsfólki at starvast í føroyska sjúkrahúsverkinum.

Harumframt eru Føroyar eitt lítið land. Tí er tað lættari at gera landsfevnandi heilsugransking her enn í øðrum londum. Eisini eru ávís viðurskifti serføroysk. Um eingin granskar í hesum viðurskiftum, verður eingin vitan um serføroysku fyribrigdini.

Í arbeiðsbólkinum vóru: Steinar Eirikstoft, Tummas í Garði og Gunnbjørg Guttesen fyri sjúkrahúsverkið, Magni Mohr og May-Britt Skoradal fyri Fróðskaparsetrið og Birita Ludvíksdóttir, løgfrøðiligur ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum.

Margit Stórá, landsstýriskvinna við heilsumálum, fegnast um at hava fingið álitið um universitetssjúkrahús.

- Við hesum álitinum kann eg fara undir arbeiðið at skipa universitetssjúkrahús við heilsuvísindaligari gransking og førleikamenning, sum ásett í samgonguskjalinum. Eg fari at gera alt fyri, at tilmælini í álitinum verða fylgd, og at peningur verður raðfestur longu í komandi árið til at fyrireika Sjúkrahúsverkið til universitetssjúkrahús, sigur landsstýriskvinnan.

Álitið kann takast niður her: Álit um universitetssjúkrahús

Kelda: Fróðskaparsetur Føroya

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder