
Unn Paturson er fyrsta føroyska kvinna, ið hevur skrivað verk fyri symfoniorkestur.
Hetta staðfestir Føroya Symfoniorkestur, sum í dag avdúkar sína skrá fyri heystkonsertir sínar. Tær verða framførdar um vikuskifti - leygarkvøldið í Norðurlandahúsinum og sunnudagin í Løkshøll.
Unn Paturson hevur skrivað tónleik í nógv ár og hevur millum annað verið tilnevnd Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins. Hesari uppgávuni hevur hon arbeitt við seinastu trý áriri. Unn hevur fingið vegleiðing frá Li Ying, ið ættað úr Taivan, men er búsitandi í Keypmannahavn.
Nýskrivaða verkið, ið nevnist ”Útgreiningin”, verður frumframført til heystkonsertina. Hetta saman við tveimum øðrum verkum.
Gandafloytan overtura
Gandafloytan var seinasta opera, Mozart (1756-1791) skrivaði, bert fáar mánaðir áðrenn hann andaðist, 35 ára gamal. Tað hátíðarliga og tað fólksliga ganga hond í hond í Gandafloytuni. Mozart var liðugur at skriva stuttu overturuna tveir dagar áðrenn frumframførsluna 30. september 1791 í Theater auf der Wieden í Eysturríki. Søgan er eyðkend og snýr seg um tvey elskandi, ið mugu ferðast gjøgnum eld og vatn, áðrenn tey til endans kunnu vera saman.
Útgreiningin
Unn Patursson (1974) hevur skrivað tónleik í mong ár, tó mest fyri kór men eisini einstøk tónleikaverk til ljóðføri og ensemble. Unn varð í 2022 tilnevnd Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri verkið "1902", framført av bólkinum Kata, har hon sjálv syngur við og eisini stjórnar.
Útgreiningin er eitt verk til symfoniorkestur í sjey samanhangandi pørtum.Tað er ein roynd við tónleiki at lýsa ávísar kenslur og sálarligar sinnisstøður í einum meldurkendum tíðarskeiði í lívinum.
Partarnir eita 'Farstøð I', 'Skip í mjørkanum I', 'Tyngd', 'Skip í mjørkanum II', 'Sirkus!', 'Gulir gummistyvlar, skvatla í hyljum' og 'Farstøð II'.
"Tann italienska"
Í 1832 heiðraði Royal Philharmonic Society í London unga týska komponistin Felix Mendelssohn Bartholdy (1809-1847) við at geva honum fleiri kompositiónsuppgávur. Eitt av verkunum, hann tá skrivaði, var hansara 4. symfoni, eisini rópt "Tann italienska".
Verkið er grundað á upplivingar hjá unga Mendelssohn í Italia í 1830 og 1831. Verkið bleiv frumframført í 1833, og Mendelssohn stjórnaði sjálvur orkestrinum. Hóast verkið ikki bleiv so væl móttikið í fyrstani, so hevur ”Tann italienska” í dag eitt fast pláss á ovastu hill millum klassisku meistaraverkini.
Bernhardur Wilkinson stjórnar Føroya Symfoniorkestri.
Heystkonsertin verður framførd tvær ferðir í vikuni: Leygardagin 27. september í Norðurlandahúsinum 19.30 og síðani í Løkshøll sunnudagin 28. september klokkan 16
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald