Innanlands

Uppihaldsgrundarlagið hjá ukrainum verður longt

Landsstýrismaðurin í lógarmálum hevur í samráð við danska ráðharran í útlendinga- og integratiónsmálum, avgjørt at leingja uppihaldsgrundarlagið hjá ukrainum í Føroyum til 17. mars 2027

Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum (Savnsmynd: Løgmálaráðið)

Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum (Savnsmynd: Løgmálaráðið)

2025-09-20 12:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður, hevur í samráð við danska ráðharran í útlendinga- og integratiónsmálum, avgjørt at leingja uppihaldsgrundarlagið hjá ukrainum í Føroyum, sum eru riknir úr Ukraina og hava fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum.

Uppihaldsgrundarlagið verður longt til 17. mars 2027, skrivar Løgmálaráðið.

– Útlit eru ikki fyri, at kríggið í Ukraina endar í næstum, og tí er tørvur á at leingja tíðarskeiðið, ukrainarnir kunnu verða í Føroyum. Føroya Landsstýri metir tí, at Føroyar eiga at geva burturriknu ukrainunum møguleika at verða verandi í Føroyum í eina tíð afturat.

Útlendingastovan upplýsir, sambært Løgmálaráðnum, at í alt 252 ukrainar hava fingið fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum eftir Ukraina-serlógini. Nøkur av hesum eru farin av landinum aftur, og í løtuni eru umleið 186 ukrainar í Føroyum - 106 kvinnur, 27 menn og 53 børn.

Kunngerðin um at leingja uppihaldsgrundarlagið hjá burturriknu ukrainunum í Føroyum kemur í gildi í dag, 20. september 2025. Hon kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder