Uppreistrarleiðari á vitjan í Hvítu Húsunum

USA hevur fyribils sett handilstiltøkini móti Sýria úr gildi í 180 dagar afturat

(Mynd: BBC)

(Mynd: BBC)

2025-11-11 09:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var ein søgulig hending, tá amerikanski forsetin, Donald Trump, í gjár fekk vitjan av sýriska forsetanum, Ahmed al-Sharaa í Hvítu Húsunum í Washington.

Hetta var fyrstu ferð at ein sýriskur forseti vitjaði í Hvítu húsunum síðan landið gjørdist sjálvstøðugt frá Fraklandi í 1940’unum.

Tað, sum ger vitjanina meira serliga er, at so seint sum fyri viku síðani vóru amerikansk revsitiltøk lýst móti al-Sharaa persónliga. Fyrr hevur USA eisini lovað 10 milliónir dollarar í løn fyri upplýsingar, sum kundu føra til at al-Sharaa varð fangaður.

al-Sharaa leiddi uppreisturin, sum førdi til at sýriska stjórnin misti valdið í desember í fjør. Síðan 2013 hevur hann verið á einum lista yvir persónar, sum høvdu samband við yvirgangafelagsskapin al-Qaeda.

Vitjanin í Hvítu húsunum vardi í umleið tveir tímar, men ongin felags útsøgn kom frá forsetunum eftir fundin teirra millum.

Sambært sýrisku forsetaskrivstovuni umrøddu al-Sharaa og Trump viðurskiftini millum londini bæði og hvussu tey kunnu styrkjast og mennast, umframt aðrar altjóða spurningar.

Sýriski kunningamálaráðharrin skrivar á X at Sýria herfyri skrivaði undir eina samstarvsavtalu innan rammur fyri samgonguna móti Islamiskum Stati, sum USA stendur á odda fyri.

al-Sharaa fór til Washington við vónum um at amerikansku revsitiltøkini móti Sýria kundu strikast. Tiltøkini eru ætlað fyrrverandi stjórnini hjá Bashar al-Assad og tey brot á mannarættindini, sum tann stjórnin stóð fyri.

Trump hevur nú lagt hesi revsitiltøkini á ís, sum sagt verður, men fyri at tey skulu fara endaliga úr gildi krevst, at hetta verður samtykt í kongressini.

Í sambandi við vitjanina hevur amerikanska fíggjarmálaráðið sagt, at tiltøkini fyribils eru sett úr gildi í 180 dagar afturat.

Nýggja politiska leiðslan í Sýria roynir nú at geva eina meira hóvliga mynd av sær sjálvari bæði fyri sýriska fólkinum og fyri útlendskum leiðarum.

Fundurin í Washington var eitt fet á hesi leið hjá Ahmed al-Sharaa, sum eftir einum ári er farin frá at vera ein uppreiðstrarleiðari til at vera boðin innar í Hvítu Húsini, skrivar finska kringvarpið, YLE, við AFP, AP og Reuters sum keldum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder