Innanlands

Uppskot til nýggja lendisumsitingarlóg sent til ummælis

Uppskotið skal dagføra og savna reglurnar um, hvussu lendið í Føroyum verður skipað og brúkt.

Eyðdis Hartmann Niclasen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Eyðdis Hartmann Niclasen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-10-09 09:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, hevur sent uppskot til nýggja løgtingslóg um lendisumsiting til almenna hoyring. 

Uppskotið skal dagføra og savna reglurnar um, hvussu lendið í Føroyum verður skipað og brúkt. Endamálið er at gera ábyrgdina greiðari og tryggja, at avgerðir um bygging og aðra nýtslu av lendinum verða tiknar á einum betri upplýstum grundarlagi. Verandi reglur eru í fleiri ymiskum lógarverkum og eru gjørdar í eini aðrari tíð, tá samfelagið og tørvurin á lendisnýtslu vóru øðrvísi enn í dag. 

Kommunurnar verða framvegis høvuðsmyndugleiki í vanligari lendisumsiting. Uppskotið gevur tó landsmyndugleikunum heimild at gera landslendisskipanir fyri øki, sum skulu brúkast til landsendamál, til dømis landsvegir, havnir, orku- og veitingarkervi, sjúkrahús og flogvallir. Hetta er ein broyting í mun til skipanina í dag. 

Ein onnur broyting er, at náttúru- og umhvørvisfyrilit skulu vera partur av grundarlagnum undir lendisskipanunum. Lendið skal flokkast eftir, hvussu viðkvæmt tað er. Í viðkvomum og serliga viðkvomum økjum kann neyðugt verða at gera kanningar ella árinsmetingar, áðrenn loyvi verður givið til bygging, lendisinntriv ella broytta nýtslu. 

Uppskotið leggur eisini upp til eina talgilda Lendisskrá, har uppskot og galdandi lendis- og økisskipanir verða tøkar. Tað skal gera tað lættari hjá borgarum, vinnu og myndugleikum at fáa greiðu á, hvørjar reglur galda, og hvar. 

Hetta er eitt stórt lógararbeiði, sum fer at broyta verandi skipan á fleiri økjum. Tað er tí avgerandi, at kommunur, myndugleikar, vinna, áhugafeløg og borgarar fáa høvi at siga sína hugsan. Við hoyringini ætla vit fáa greiðari mynd av, hvussu uppskotið kann virka í verki, og hvar tørvur er á at tillaga tað, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum.

Uppskotið hevur áður verið til undanhoyringar hjá millum øðrum Kommunufelagnum, stjórnarráðunum og Føroya Kærustovni. Viðmerkingarnar eru viðgjørdar, og uppskotið er tillagað á fleiri økjum. Tað hevur eisini fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur, og ráðið tekur tí fegið ímóti viðmerkingum um bæði innihaldið og, hvussu skipanin kann fremjast í verki. 

Saman við lógaruppskotinum er ein kunningarbóklingur, sum greiðir frá høvuðstættunum í uppskotinum. Uppskotið og bóklingurin eru tøk undir „Uppskot til ummælis“ á heimasíðuni hjá Heilsu- og orkumálaráðnum. 

Ummælisfreistin er 19. november 2026.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder