Í gjárkvøldið varð lógin um sjófeingi samtykt við aðru viðgerð. Hetta varð ein drúgv viðgerð, og málið kemur til triðju viðgerð í morgin. Tá verður í minsta lagi eitt broytingarupsskot lagt fram
Les eisini: Triðja og seinasta viðgerðin verður leygardagin
Sjófeingislógin hevur við sær, at broytingar skulu gerast í millum annað veiðigjøldum. Hetta er íhvussu er ætlanunum hjá landsstýrinum. Jørgen Niclasen hevur gjørt uppskotið í vikuni, og á tingfundinum í dag skal tað til fyrstu viðgerð.
Í uppskotinum stendur millum annað, at gjøldini fyri svartkjaft, makrel og norðhavssild fara upp - makrel stendur til at hækka 50 oyru. Skip í Barentshavninum verða nú eisini áløgd veiðigjald. Hetta kemst av, at uppboðssølan eftir ætlan fer burtur.
Áðrenn hendan viðgerðin fer í gongd, verður triðja viðgerð av uppskotinum til ríkislógartilmæli - eina dagføring av gomlu rættargongslógini ("retsplejelov") fyri Føroyar. Hana hevur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður lagt fyri tingið, og har eru nógvar broytingar í. Tingfundurin byrjar klokkan 10.
Í løtuni hevur Uttanlandsnenvdin fund um strikanina av ógildanini av Hoyvíkssáttálanum. Hetta var til 1. viðgerð í gjár og varð síðani beint í nevnd. P/F Christian í Grótinum kemur á vitjan um eina løtu, og síðani er tað maðurin, ið kom við uppskotinum: landstýrismaðurin í uttanríkismálum: Jenis av Rana
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald