Innanlands

Uppskot um berarakanningar sent til ummælis

Uppskotið snýr seg um, at øll í aldrinum 18 til 45 ár, og makar hjá staðfestum berarum, fáa eitt tilboð um at kanna, um tey eru berarar av ávísum ílegusjúkum

Landssjúkrahúsið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Landssjúkrahúsið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-27 10:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heilsumálaráðið hevur sent eitt uppskot til broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið til ummælis. Broytingaruppskotið hevur við sær, at Sjúkrahúsverkið skal skipa eitt tilboð um berarakanningar fyri deyðiligar ílegusjúkur í Føroyum.

Við lógaruppskotinum fáa øll í aldrinum 18 til 45 ár, og makar hjá staðfestum berarum, eitt tilboð um at kanna, um tey eru berarar av ávísum ílegusjúkum. Hetta styrkir sjálvræðið hjá einstaklingum og gevur familjum betri vitan at grunda sínar avgerðir á, skrivar Heilsumálaráðið.

Talan er um deyðiligar ílegusjúkur, sum eru vanligari í Føroyum enn aðrastaðni, og sum ikki kunnu viðgerast.

Eingin lóg er um berarakanningar í dag, og er hetta fyrstu ferð, at eitt slíkt tilboð verður lógarfest í Føroyum.

Ætlanin er, at tilboðið við berarakanningum skal setast í verk 1. juli 2026.

Broytingaruppskotið er sent til ummælis hjá viðkomandi pørtum og alment á ummælisportalin. Ummælisfreistin er 23. oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder