Innanlands

Uppskotið um tiltøk samtykt við aðru viðgerð

Øll andstøðan atkvøddi ímóti uttan formaðurin í Miðflokkinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-06-14 17:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir drúgva aðru viðgerð á tingi í dag, varð uppskotið um at loyva landsstýrinum at seta tiltøk í verk móti Russlandi samtykt fyri løtu síðani.

Málið er tó ikki endaliga samtykt. Triðja viðgerð av málinum verður fríggjadagin.

25 tingfólk vóru við til atkvøðugreiðsluna. 15 atkvøddu fyri og 10 ímóti.

Áðrenn komið varð fram til hesa avgerðina varð atkvøtt um broytingaruppskot. Eitt uppskot frá Jørgeni Niclasen um at senda málið aftur í nevnd, so at tað kundi koma aftur í tingið og har viðgerast á afturlatnum fundi, fall við 11 atkvøðum fyri og 14 ímóti.

Hetta uppskotið varð lagt fram til tess at geva meinigu tingfólkunum høvi til at fáa innlit í nógv umrøddu frágreiðingina hjá landsstýrinum, sum er í trúnaði, og tí eru tað einans limirnir í uttanlandsnevndini, sum hava sæð hana.

Tvey minniutauppskot komu úr uttanlandsnevndini. Eitt broytingaruppskot frá Bárði á Steig Nielsen fekk einans 4 atkvøður fyri, 20 ímóti meðan ein atkvøddi blankt. Eitt broytingaruppskot frá Jacob Vestergaard fekk 10 atkvøður fyri og 15 ímóti. Sama úrslit – við øvugtum fortekni – sum atkvøddi upprunauppskotið ígjøgnum aðru viðgerð.

Umframt 14 samgonguatkvøður, atkvøddi eisini Jenis av Rana úr Miðflokkinum fyri uppskotinum.

Hin tinglimurin hjá Miðflokkinum var millum teir 10 andstøðuatkvøðurnar, sum vóru ímóti. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder