
Ein teirra, sum er uppstillaður til kommunuvalið í Nes kommunu, er stjórin á Effo, Janus Thomsen. Men hann vil ikki hava atkvøður. Hann greiddi frá skemtiligu hendingini í Degi og viku í kvøld.
Á einum uppstillingarfundi hevði onkur skotið hann upp.
- Eg var staddur í Danmark í arbeiðsørindum, so eg visti ikki av nøkrum. Tá uppstillingarfundurin varð byrjaður, fekk eg eini sms-boð um, at eg fór at vera skotin upp. Og stutt aftaná byrjaði telefonin at ringja, og eg fekk boð um, at eg varð uppstillaður.
- Um eg varð spurdur áðrenn, so hevði eg sagt púra greitt, at tað ikki passar væl inn í tí støðuna, sum eg eri í við tí arbeiðinum eg havi.
Hann sigur, at um hann ongar atkvøður fær, so verður hurðin opin týskvøldið, og fólk skulu vera vælkomin framvið.
Lógin er soleiðis, at um ein fyrst er endaður á listanum, slepst ikki av aftur. Tað er ein borgaraskylda, at lata seg stilla upp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald