Poul Johan á Torvlaðnum hevur aftur í ár skipað fyri ultramarton frá Gásadali til Viðareiðis. Ein teinur á heilar 116 km og hann fullførdi túrin uppá 16 tímar og 34 minuttir.
13 fólk teknaðu seg og níggju fullførdu teinin, fýra av teimum í tveimum stigum og fimm fullførdu teinin í einum. Hetta sigur nakað um hvussu hart tað er at fara ein tílíkan túr.
Samstundis, sum Poul Johan skipar fyri og sjálvur luttekur, samlar hann eisini pening inn til Krabbameinsfelagið, og samlaða upphæddin bleiv 54.550 krónur, skrivar Krabbameinsfelagið.
– Eg havi krabbamein tætt at mær og tí gevur tað góða meining at samla pengar inn til ein felagsskap, sum hjálpir fólki við krabbameinssjúku og teirra avvarðandi, sigur Poul Johan, sum eisini hevur ætlanir um at royna aðrar og harðari avbjóðingar.
Endaliga talið ikki kunngjørt enn
Sunnukvøldið 26. oktober var skipað fyri innsavningartiltakinum, Saman um krabbamein í sjónvarpinum. Tá ið talt var upp sunnukvøldið, vóru komnar inn 5.535.884 krónur.
Innsavningin steðgaði tó ikki har, og bar framvegis til at stuðla innsavningini umvegis heimasíðuna hjá Krabbameinsfelagnum.
Fríggjadagin boðaði Krabbameinsfelagið frá, at stuðulin ikki varð liðugt uppgjørdur, og at endaliga talið væntandi verður kunngjørt í vikuni.
– Vit eru bæði ovfarin og eyðmjúk um góða úrslitið, og tøkkina eiga øll tit, ið vóru við í fyrireikingunum og tit mongu túsund, ið stuðlaðu sjálvari innsavningini, skrivar Krabbameinsfelagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald