Innanlands

Úr Ljubljana til Tvøroyrar at hoyra Hamradun

Vesna Lokar úr Slovenia er stórur Hamradun-fjeppari, og hon var til útgávukonsertina hjá bólkinum í SALT leygardagin

Pól Arni Holm og Vesna Lokar (Mynd: tvk.fo)

Pól Arni Holm og Vesna Lokar (Mynd: tvk.fo)

2019-12-04 13:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin 30. november var útgávukonsert í SALT við bólkinum Hamradun, ið var á palli í sambandi við nýggju útgávu teirra, "Hetjuslóð"

Millum áskoðararnar, í fullsettu hølunum, var Vesna Lokar úr Slovenia. Hon var komin allan vegin úr heimlandinum, bert fyri at hoyra Hamradun. Vesna hevur stóran alsk til Føroyar og føroyingar, og Hamradun er yndisbólkur hennara.

Vesna er búnaðarfrøðingur, við serfrøði í býflugum og hunangi. Hon býr í Ljubljana, høvuðsstaðnum í Slovenia. Hon var á Summarfestivalinum í fjør og hoyrdi Hamradun, men ynskti at koma  til Føroyar um veturin og uppliva útgávukonsertina. 

Tað er serliga serligu tónleikastílurin hjá bólkinum og røddin á Pól Arna Holm, ið dregur Vesnu.

Les her, tað sum Vesna Lokar segði við heimasíðuna hjá Tvøroyrar kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder