Leygardagin verður matiné í Havnar kirkju við urguleikara James D. Hicks úr USA.
James býr í California og hevur havt nógvar konsertir USA, Europa, New Zealandi og Australia.
Fyri plátufelagi Pro Organo hevur James seinastu 10 árini spælt inn átta CD fløgur. Hann hevur serliga sýnt áhuga fyri norðurlendskum urgutónleiki og hevur í fleiri ár arbeitt við eini verkætlanini Nordic Journey, har hann á urgur í norðanlondum spælir norðurlendskan urgutónleik inn á fløgur fyri sama plátufelag.
Tann fyrsta Nordic Journey fløgan var tikin upp í januar í 2010. Tá spældi hann á søguliga orgli í dómkirkjuni í Linköping í Svøríki. Í 2013 var James aftur í Svøríki og spældi inn fløgur við norðurlendskum urgutónleiki. James Hicks hevur síðan tá víðkað um tónleikarepertoirið við tónleiki eisini úr Íslandi og Føroyum. Á fløguni Nordic Journey V- Many Landscapes, sum spældi inn í dómkirkjuni í Kalmar er tónleikur av Paula í Sandagerði. Í samband við at henda fløgan kom út, hevði James í 2015 tjúgu konsertir í Norðanlondum - eisini nakrar í Føroyum.
Á skránni í Havnar kirkju leygardagin er bar tónleikur av norðurlendskum tónasmiðum. Úr Svøríki tónleikur av Nils Lindberg, Fredrik Sixten og Anders S. Börjesson. Úr Noregi Kjell Mørk Karlsen. Úr Danmark Kjell Mørk Karlsen og úr Føroyum Kristian Blak við Grønlendsk Suita og Brestiskvæði og Pauli í Sandagerði við verkinum Ljóðið av Føroyum. Øll tey føroysku verkini verða frumframførd leygardagin. Føroyski tónleikurin umboðar á serstakan hátt Føroyar við tað, at løgini til Jeg vil mig Herren love, Hr Oluf og kongens datter, Úr neyðardypi, Guð til tín á onkran hátt hoyrast aftur í tónleikinum.
- Havnar kirkja
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald