2018-09-22 09:36
Tað er í kvøld, at stóra konsertin við rokklegendunum Uriah Heep, sum nógv hava glett seg til við, verður.
Limirnir í bólkinum lendu í Føroyum í gjár, og fyriskipararnir av konsertini, Viva Føroyar, boða frá, at menninir eru sera spentir til konsertina í kvøld og lova eitt ordans rockshow við teirra bestu sangum.
Klokkan 21:30 fer Signar í Homrum sum solistur at hita upp við at tulka nøkur Creedence Clearwater Revival løg.
Dyrnar lata upp klokkan 21:00, og fyriskipararnir heita á fólk um at koma í góðari tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald