Mentan

Uriah Heep: Takk Føroyar

Bretski rockbólkurin er fegin um góðu móttøkuna, sum teirra konsert í Føroyum hevur fingið

2018-09-08 16:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bretski rockbólkurin er fegin um góðu móttøkuna, sum teirra konsert í Føroyum hevur fingið

Um tvær vikur kemur bretski rockbólkurin Uriah Heep til Føroya at spæla. Bólkurin fekk gjøgnumbrot í sjeytiárunum og var við til at mynda tann klassiska bretska rockin um tað mundið.

Føroyingum hevur dámt væl tónleikin hjá Uriah Heep, og tað sæst aftur, nú bólkurin kemur til Føroya at hava konsert.

Ætlanin var, at konsertin skuldi haldast í Dansifrøi í Havn, men atgongumerkini vóru skrædd burtur, og tí er konsertin flutt í Høllina á Hálsi í Havn, har fleiri fólk rúmast.

Hetta hava tónleikararnir í Uriah Heep eisini frætt, og teir fegnast um stóra áhugan fyri teirra konsert.

– Vit vilja takka føroyingum fyri geva okkara konsert so góða móttøku. Vit hava glett okkum at koma aftur til Føroya at vitja og spæla, og hetta ger, at vit bara gleða okkum enn meira, sigur Mick Box, sum er gittarspælari og ein av upprunalimunum í Uriah Heep.

Konsertin við Uriah Heep verður í Høllini á Hálsi í Havn leygarkvøldið 22. september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder