Rockbólkurin Uriah Heep skal á eina longri konsertferð í heyst. Fram til desember mánað hevur bólkurin 43 konsertir í 18 londum. Konsertferðin er í sambandi við, at bólkurin gevur út nýggja plátu fríggjadagin.
Uriah Heep skal spæla í býum sum Berlin, München, Helsinki, Brússel, Glasgow, Stockholm, Kiev, Moskva og London.
Fyrsta framførslan á konsertferðini hjá bólkinum verður í Føroyum leygarkvøldið 22. september. Tá spælir Uriah Heep í Høllini á Hálsi í Havn.
Ætlanin var, at konsertin skuldi vera í Dansifrøi í Havn, men áhugin fyri konsertini var so stórur, at útselt var fleiri vikur fyri konsertina. Tí var konsertin flutt í Høllina á Hálsi, har fleiri fólk rúmast.
Konsertin í Føroyum er eisini tann fyrsta hjá Uriah Heep, eftir at nýggja útgávan, Living The Dream, er komin út.
Mentan
Uriah Heep tekur Føroyar fram um øll hini
Uriah Heep skal í heyst spæla í eitt nú Berlin, Stockholm, Kiev, Moskva og London – men fyrst spæla teir í Føroyum
Uriah Heep
2018-09-11 15:07
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald