Mentan

Úrvalsfótbóltur eftir koronastongsilin

Hvussu fyrireika fótbóltsspælarar á úrvalsliðum seg best til kappingarnar, eftir ikki at hava spælt so leingi? Hetta viðger Magni Mohr, professari á Setrinum og starvsfelagar í nýggjari grein í vísindaligum tíðarriti

Magni Mohr (Savnsmynd)

Magni Mohr (Savnsmynd)

2020-05-18 15:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Magni Mohr, professari á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi er høvuðsrithøvundi í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum “Managing Sport and Leisure”.

Greinin ber heitið “Return to elite football after the COVID-19 lockdown” og viðger, hvussu úrvalsfótbóltsleikarar á besta og tryggasta hátt fyrireika seg til komandi kappingar, sum nú spakuliga byrja aftur.

- Vit hava arbeitt miðvíst við at fáa greinina út júst nú, tá úrvalsfótbólturin fer á rull aftur í Evropa, men undir sera truplum, øðrvísi og avbjóðandi umstøðum, sigur Magni Mohr í stuttari viðmerking við heimasíðuna hjá Fróðskaparsetrinum.

Greinin er skrivað saman við donskum, grikskum, italskum og portugisiskum granskarum, og er hetta onnur COVID-19-greinin, sum Magni Mohr hevur fingið almannakunngjørda. Greinin kann lesast her.

Í løtuni arbeiðir Magni Mohr við øðrum evropeiskum granskarum uppá eina verkætlan, har kannað verður, hvussu stórur COVID-19 smittuvandin er í barnafótbólti og heilsufótbólti.

Magni Mohr heldur tað vera sjálvsagt, at hetta verður kannað í Føroyum, sum er fyrsta landið í Evropa, har fótbólturin byrjaði aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder