
Í mars vitjaðu 12 prosent færri ferðafólk í USA samanborið við sama mánað í fjør, boða amerikanskir miðlar frá.
Í februar minkaði ferðafólkatalið tvey prosent, og var tað fyrstu ferð síðan koronafarsóttina, at USA sá eina munandi minking í ferðafólkatalinum, skrivar Ritzau.
Í mars fekk USA 17 prosent færri vitjandi úr Vesturevropa, 24 prosent færri vitjandi úr Miðamerika, og 11 prosent færri vitjandi úr Kina.
Seinastu tíðina er boðað frá fleiri málum um fólk, sum eru blivin afturhildin við komu til USA, og tað er tað, sum hevur fingið útlendsk ferðafólk at stúra.
M.a. eru fleiri dømi um fólk, sum ikki eru sloppin inn í landið, hóast tey hava skjalprógvað, at tey hava søkt um og fingið játtað innferðarloyvi til USA.
Herfyri segði amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio, at tað er ein framíhjárættur at vitja USA.
– Tað er ein framíhjárættur, sum er givin teimum, sum hava virðing fyri okkara lógir og virði. Og sum uttanríkismálaráðharri fari eg ongantíð at gloyma tað.
Eisini hevur Rubio sagt, at útlendingar, sum ferðast til USA, ikki hava nakað at stúra fyri, uttan so at tey hava ætlanir um at luttaka í mótmælum, sum stuðla Hamas, at eggja til ófrið á universitetum ella leggja ætlanir um annan ófrið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald