Nógv lond í Evropa hava stongt síni landamørk, millum annað Danmark, og nú er ætlanin hjá USA at steingja av.
Amerikanskir og kanadiskir miðlar skrivaðu í gjárkvøldið, at USA og Kanada arbeiða ímóti einari ætlan, sum inniber, at bert neyðug ferðsla verður millum londini. Hetta skal leggjast fram longu í dag, skrivar millum annað AP.
Síðani valstríðið í 2016 hevur Donald Trump gjørt greitt, at hann ynskir at byggja ein múr við markið til Meksiko, so at tilflytarar í hópatali ikki kunnu koma inn í USA. Í gjárkvøldið skrivaði New York Times, at Trump og stýrið hansara ynskja at steingja markið til Meksiko og avvísa og senda aftur øll, ið royna at koma yvir um markið. Í løtuni er talið av koronasmittaðum í Meksiko undir 100, og New York Times skrivar, at møguliga nýtir Trump korinakreppuna til at fremja síni politisku mál.
Á midnátt var váttaða talið av smittaðum í USA beint undir 6000. Álvarin í støðuni er seinastu vikurnar vorðin greiður í risastóra landinum fyri vestan, og nú er ivasamt um amerikanskir skúlar yvirhøvur lata upp áðrenn summarferiuna.
Mnuchin saman við Taro Aso, japanska fíggjarmálaráðharranum (Mynd: EPA)
Fíggjarliga hevur koronavirusið stóra ávirkan, og millum annað hevur partabrævamarknaðurin verið fyri álvarsamari bløðing. Steven Mnuchin, fíggjarmálaráðharri, ávaraði í gjárkvøldið um, at koronavirusið kann hava við sær, at arbeiðsloysi í USA verður heili 20 prosent. Arbeitt verður við at gera ein hjálparpakka á áleið eina milliard dollarar, ið skal hjálpa búskapinum í USA og forða fyri einari slíkari kreppu.
Mnuchin hevur gjørt greitt, at støðan kann gerast verri enn fíggjarkreppan í 2008, ið hevði sín uppruna í bústaðarmarnkaðinum, og sum knústi heimsbúskapin. Í USA verður eisini samanborið við støðuna undir "The Great Depression" seinast í 1920'unum og fyrsti í 1930'unum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald