Innanlands

USA bjóðað Føroyum koronastuðul

Danskir politikarar í øðini

Jenis av Rana (Mynd: Sverri Egholm)

Jenis av Rana (Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-23 13:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein samrøða millum Jenis av Rana, uttanríkismálaráðharri og Carlu Sands, amerikonsk sendikvinna í Danmark, elvir nú til øsing í politiska umhvørvinum á Christiansborg.

- Um amerikanska sendifólki og USA ynskja at hjálpa Føroyum, so er hetta eitt tilboð, sum má avgreiðast umvegis Uttanríkismálaráðið í Keypmannahavn, sigur Søren Espersen úr danska fólkaflokkinum við Altinget, sum hevur skrivað um málið.

Í greinini á Altinget verður ein samrøða hjá R7 við Jenis av Rana endurgivin. Uttanríksmálaráðharrin greiðir frá, at hann og Carla Sands høvdu havt eitt prát, har amerikanska sendikvinnan hevði víst á, at tey ynsktu at stuðla Føroyum í stríðnum móti korona.

Samrøðan millum tey bæði var í mars, og tá vóru nógvir smittutilburðir í Føroyum, í mun til hvat tað er í løtuni.

- Carla Sands hevði lisið um høgu tølini sum tá vóru í Føroyum, og ógvaðist við. Men eg greiddi henni so frá, at ein stórur partur av skuldini var tann, at so stórur partur av fólkunum vóru kannaði, greiðir Jenis av Rana, landsstýrismaður, R7 frá.

- Hon bjóðaði allan stuðul fram, men kom ikki inná hvønn stuðul talan var um, sigur Jenis av Rana.

Danskir politikarar eru ikki glaðir fyri tilboðið frá USA.

- Tað er absurd at fáa ein uppringing frá sendifólki í einum landi, har tamarhald nærum ikki er á koronasmittuni. Um hon vil bjóða eitthvørt, kann hon seta seg í samband við danska forsætisráðharran ella uttanríkisráðharran, sigur Karsten Hønge úr SF.

Øll greinin kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder