Innanlands

USA eins góður Føroya-vinur undir Biden sum Trump

Hósdagin lat upp nýtt kapittul í samstarvinum millum Føroyar og USA, tá partalagsyvirlýsing varð undirskrivað í Norðurlandahúsinum

Michael J. Murphy, amerikanskur vara-undiruttanríkisráðharri fegnast um at vera við til at menna samstarvið millum Føroyar og USA, her saman við Jenis av Rana, landsstýrismanni eftir undirskriving av partalagsyvirlýsing í Norðurlandahúsinum hósdagin (Mynd Jan Müller)

Michael J. Murphy, amerikanskur vara-undiruttanríkisráðharri fegnast um at vera við til at menna samstarvið millum Føroyar og USA, her saman við Jenis av Rana, landsstýrismanni eftir undirskriving av partalagsyvirlýsing í Norðurlandahúsinum hósdagin (Mynd Jan Müller)

2020-11-13 17:00 Author image
Jan Müller
placeholder

- Eg trúgvi, at Jo Biden, forseti fer at vera eins góður vinur hjá Føroyum, sum Trump forseti hevur verið tað. Hetta sigur amerikanski vara-undiruttanríkisráðharrin, Michael J. Murphy við Portalin, eftir at hava sett sína undirskrift á spildunýggju partalagsyvirlýsingina millum Føroyar og USA.

Hetta hendi í Norðurlandahúsinum hósdagin. Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkismálum umboðaði Føroyar á hesum hátíðarkenda degnum, har eisini amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands, luttók. 

Amerikanski vara-undiruttanríkisráðharrin sigur við Portalin, at hóast avtalan er undirskrivað, meðan Trump framvegis er forseti, so fer USA at hava tætt samstarv við Føroyar uttan mun til hvør umsiting er í Washington og hvør er forseti. 

- Eg trúgvi, at samstarvið fer at verða ment hvør enn hevur leiðsluna í Hvítu Húsunum, antin tað so eru republikanarar ella demokratar. Vit fara at byggja víðari á tað vit í dag hava undirskrivað, sigur Michael J. Murphy, sum heldur fram:

[object Object]
Jenis av Rana, landsstýrismaður takkar USA fyri at vilja menna samvinnuna við Føroyar, her í Norðurlandahúsinum hósdagin, har umboð fyri Uttanríkisráðið og amerikonsku sendistovuna í Danmark eisini vóru tilsteðar (Mynd Jan Müller)

- Fyri meg sjálvan er hetta ein stórur dagur, tí hetta gevur mær í mínum arbeiði møguleikan fyri at vera við til at byggja nakað upp. Fyri meg er hetta bæði fakliga og professionelt ein sera spennandi avbjóðing. Og fyri USA og Føroyar hevur hetta stóran týdning. Vit eru samstarvsfelagar tó at vit ikki hava tosað so nógv um tað. Vit hava felags áhugamál og virði at byggja víðari á. Vit kunnu byggja nakað djúpri og breiðari enn tað samstarv vit hava longu. Eg síggi tí fram til, hvat bæði londini og fólkini megna at byggja upp og sum kann gagna øllum. 

Vit spurdu ráðharran, um ikki áhugamál og gongdin í Arktis, er ein orsøkin til umrøddu yvirlýsing. Til tað sigur hann, at veruliga søgan aftanfyri avtaluna er, at bæði londini hava felags áhugamál og virði at byggja víðari á.

- Vit hava eisini arbeitt saman leingi, men við sáttmálanum í dag grundfesta vit hetta samstarv. Sjálvandi snýr hetta seg eisini um Arkis, hvørs umhvørvi vit øll vilja verja gjøgnum gransking og samstarv. USA vísir Arktis ans av nógvum orsøkum, og tað sama skilji eg Føroyar gera. Vit eru annars sera hugað fyri at fara inn í eitt itøkiligt samstarv við Føroyar tó at eg ikki ynski at fara í smálutir við hesum nú. Vit hava havt góðar fundir við landsstýrismannin Jenis av Rana, sum fer at kunna okkum meira um, hvørji øki Føroyar ynskja at raðfesta í slíkum samstarvi.

[object Object]Løgtingslimir frá bæði samgongu og andstøðu vóru við til hátíðarhaldið í Norðurlandahúsinum, tá partalagsyvirlýsing millum USA og Føroyar varð undirskrivað. Her hitta teir amerikanska vara-undiruttanríkisráðharran (Mynd Jan Müller)
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder