Uttanlands

USA fær umboðsstovu í Nuuk

USA og Grønland hava nógv til felags, sigur Carla Sands, sendikvinna

Carla Sands og Sun Choi í Nuuk (Mynd: Sermitsiaq)

Carla Sands og Sun Choi í Nuuk (Mynd: Sermitsiaq)

2019-05-15 08:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski áhugin fyri tí, sum fyriferst í Grønlandi, er so stórur, at USA í næstum fer at lata upp eina umboðsstovu í grønlendska høvuðsstaðnum, skrivar Sermitsiaq.

Carla Sands, seindikvinna USA’s til Danmarkar, hevur hesa vikuna luttikið á ráðstevnuni Future Greenland í Nuuk, og her upplýsti hon um ætlanirnar at lata upp eina umboðsstovu í Nuuk, og fyrireikingarnar eru komnar væl áleiðis.

Hon kundi eisini avdúka, at tað verður Sun Choi, eitt av starvsfólkunum á sendistovuni í Keypmannahavn, sum fer at taka sær av uppgávuni, og at hann frameftir kemur at arbeiða helvt um helvt í Keypmannahavn og Nuuk.

Enn eru hølini ikki fingin til vega, men ætlanin er at eitt starvsfólk altíð skal vera til arbeiðis í amerikansku umboðsstovuni, skrivar Sermitsiaq.

- USA og Grønland hava eina felags søgu og samleika, og vit mugu vera búgvin til, hvussu vit skulu bera okkum at mótvegis bræðingini av pólísinum, segði Carla Sands millum annað í røðu síni á Future Greenland ráðstevnuni.

Hon brúkti eisini høvið til at koma við eini umbering til grønlendingar fyri, at amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, ikki sum ætlað kom til Nuuk á vitjan herfyri, men lovaði at hann skuldi finna eitt nýtt høvi at koma.

Ein stórur hópur av útlendskum sendiharrum og -kvinnum í Keypmannahavn – 38 tilsamans – hava annar hesa vikuna verið á almennari vitjan í Føroyum. USA var ikki umboðað á hesi ferðini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder