Uttanlands

USA fingið prógv fyri at Ukraina leyp á bústað hjá Putin

Prógvið skal vera handað til hernaðarsendifólkið á sendistovuni í Moskva

Her handar GRU-ovastin, Igor Kostjukov, próvtilfarið til hernaðarsendimannin á amerikansku sendistovuni í Moskva (Mynd: EPA)

Her handar GRU-ovastin, Igor Kostjukov, próvtilfarið til hernaðarsendimannin á amerikansku sendistovuni í Moskva (Mynd: EPA)

2026-01-02 07:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russiska verjumálaráðið sigur nú, at tað hevur latið USA tilfar, sum tey halda prógvar, at Ukraina hevði ætlanir um eitt álop á bústaðin hjá Vladimir Putin, forseta.

Verjumálaráðið upplýsti í gjár, at tey hava avkodað navigasjónsdátur frá eini ukrainskari dronu, sum sambært ráðnum vísa ætlanir um eitt álop á ein av bústøðunum hjá forsetanum, sum liggur í Novgorod landslutinum har vesturi í Russlandi.

Sambært ráðnum vórðu dáturnar lagdar fram í einum faldara saman við einum luti frá dronuni, ið vórðu latin starvsfólkum á skrivstovuni hjá amerikanska hernaðarsendifólkinum á sendistovuni í Moskva, skrivar norska tíðindastovan NTB.

Ráðið hevur eisini almannakunngjørt eitt filmsbrot, sum vísir ovastan fyri russisku fregnartænastuna, GRU, Igor Kostjukov, handa tilfarið.

Ukraina hevur víst aftur, at landið hevur framt eitt slíkt álop, og hevur ákært Moskva fyri at brúka hetta uppáhaldið at rættvísgera, at landið fremur álop á stjórnarbygningar í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv, skrivar NTB. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder