Uttanlands

USA: Fleiri enn 2.000 andlát skrásett síðan fríggjamorgunin

Hetta er fyrstu ferð, at so nógv eru deyð uppá eitt samdøgur, men amerikanski forsetin sigur seg síggja tekin um, at støðan er um at gerast betri

Sjúkrabilar í New York City (Mynd: EPA)

Sjúkrabilar í New York City (Mynd: EPA)

2020-04-11 09:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur USA uppá eitt samdøgur skrásett fleiri enn 2.000 andlát í sambandi við koronasmittuna. Eisini er talið á skrásettum smittutilburðum í landinum farið uppum 500.000.

Sambært tølum hjá Johns Hopkins University andaðust 2.021 fólk millum fríggjamorgunin og leygarmorgunin klokkan fimm. Dagin fyri var talið av andlátum 1.904.

Deyðstalið í USA nærkast nú talinum hjá Italia. Samlaða deyðstalið í USA er 18.693, og samlaða deyðstalið í Italia er 18.849. Staturin New York er harðast raktur. Har eru 5.820 deyð.

Av teimum uml. 500.000 í USA, sum hava fingið staðfest smittuna, eru uml. 29.000 higartil staðfest frísk aftur.

Á tíðindafundi fríggjakvøldið segði amerikanski forsetin, Donald Trump, sambært Ritzau, at hann væntar, at færri enn 100.000 fólk fara at doyggja av koronasmittuni í USA. Hann segði seg síggja tekin um, at smittukurvan er við at gerast flatari, tí fólk gera eftir boðunum hjá myndugleikunum og halda seg heima og halda frástøðu, tá tey eru uttanfyri heimið.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder