USA hevur gjørt avtalu við lítlu kyrrahavstjóðina Palau, ið hevur við sær, at upp móti 75 ódokumenteraðir tilflytarar til USA, nú verða fluttir til Palau.
Tað upplýsir amerikanska sendistovan í landinum.
Avtalan inniber eisini, at USA sendir fíggjarligan stuðul til Palau, svarandi til 47,5 milliónir krónur – tað er 634.000 krónur pr. tilflytara, skrivar dr.dk.
Sambært Ritzau snýr tað seg um upp móti 75 tilflytarar, ið nú verða fluttir úr USA til lítlu oyggjatjóðina, har tað búgva knapt 20.000 fólk.
Teir 75 persónarnir eru ikki fyrr dømdir fyri nakað lógarbrot, upplýsir amerikanska sendistovan, og tilflytarnir kunnu hjálpa upp á tørvin á arbeiðsmegi í ymsum økjum í landinum, skrivar sendistovan.
USA og Palau hava frammanundan tætt samstarv, við tað at USA hevur eftirlit við havið kring Palau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald