Uttanlands

USA formliga góðkent Nato-limaskap hjá Svøríki og Finnlandi

Sjey Nato-limalond, m.a. Turkaland og Ungarn, mangla framvegis at góðkenna limaskapin

Karin Ulrika Olofsdotter, svenska sendikvinnan í USA hitti Chuck Schumer, leiðari hjá demokratiska meirilutanum í Senatinum áðrenn atkvøðugreiðsluna mikudagin (Mynd: EPA)

Karin Ulrika Olofsdotter, svenska sendikvinnan í USA hitti Chuck Schumer, leiðari hjá demokratiska meirilutanum í Senatinum áðrenn atkvøðugreiðsluna mikudagin (Mynd: EPA)

2022-08-04 12:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í farna mánað skrivaðu tey 30 limalondini í verjusamgonguni Nato undir skjøl um at loyva Finnland og Svøríki uppí felagsskapin, men áðrenn londini gerast ein veruligur partur av Nato, skal limaskapurin góðkennast í einstøku londunum.

Seint seinnapartin í gjár varð Nato-limaskapurin hjá teimum báðum norðurlendsku londunum formliga góðkendur í USA, tá Senatið við stórum meiriluta atkvøddi fyri.

95 av 100 senatorum atkvøddu fyri, meðan ein atkvøddi ímóti, skrivar Ritzau.

Danmark var eitt av fyrstu londunum at góðkenna Nato-limaskapin hjá Svøríki og Finnlandi fyri einum mánað síðani, og sambært amerikanska miðlinum Washington Post mangla sjey lond framvegis at fáa hetta avgreitt.

Talan er m.a. um Ungarn og Turkland, sum áður hevur funnist at teimum báðum norðurlendsku londunum og m.a. lagt tey undir at stuðla yvirgangsfelagsskapum.

Tað er russiska innrásin í Ukraina, sum er orsøkin til, at Svøríki og Finnland avgjørdu at søkja um Nato-limaskap.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder