USA framdi í nátt okkara tíð eitt álop á Iran, og hesum hevur Iran rætt at svara aftur, sigur iranska kollveltingarverjan.
Amerikanski herurin váttar amerikonsk álop í sunnara parti av Iran og sigur, at talan var um "defensiv álop", sum høvdu til endamáls at verja amerikonsk herfólk frá hóttanum úr iranska stýrinum.
Iranska kollveltingarverjan sigur, at Iran hevur rætt at svara einum hvørjum broti á vápnahvíldina aftur.
Lagt verður afturat, at ein amerikonsk drona er skotin niður, og skotið varð eisini eftir einum hernaðarflogfari, sum fleyg inn í iranskt loftrúm.
Um skaðar stóðust av álopunum er ógreitt, skrivar Ritzau.
Kríggið í Iran byrjaði við álopinum hjá Ísrael og USA 28. februar, men 8. apríl kom fyribils vápnahvíld í gildi.
Álopið hjá USA eitt grovt brot á vápnahvíldina, sigur iranska uttanríkismálaráðið.
Sær enn møguleika fyri avtalu
Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio heldur, at tað hóast álopini, framvegis er møguligt at gera eina friðaravtalu millum londini.
– Samráðingar hava verið í Katar, so vit fáa at síggja, um vit kunnu gera framstig. Eg haldi, tað er nógv prát aftur og fram í løtuni um ítøkiligar orðingar í innleiðandi skjalinum, so tað fer at taka nakrar dagar, sigur hann.
Um vikuskiftið boðaði USA frá, at ein avtala nærkaðist, men hesum vísti Iran aftur.
Amerikanski forsetin, Donald Trump segði, at ein rammuavtala var við at koma uppá pláss, sum m.a. skuldi lata Hormuzsundið uppaftur.
Rubio sigur, at amerikanski forsetin fegin vil gera hesa avtaluna, men at hann vil annaðhvørt hava eina góða avtalu ella onga avtalu.
Dagførd kl. 13.36
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald