USA hevur ætlanir um at byggja upp tvær nýggjar hernaðarstøðir í Grønlandi, sambært avtaluni millum USA, Danmark og Grønland, sum eftir ætlan verður undirskrivað í New York seinnapartin í dag.
Tað skriva Danmarks Radio og Jyllands-Posten. Altjóða tíðindastovan, Reuters, ber eisini hesi tíðindini, bygt upp á útsøgnir frá trimum persónum við kunnleika um trygdaravtaluna, men sum vilja vera ónevndir.
Smálutirnir í avtaluni eru ikki kendir í almenninginum enn, og einki fæst at vita um avtaluna fyrr enn eftir at hon er undirskrivað í dag, vísir Reuters á.
Hvítu húsini hava váttað, at Donald Trump, forseti, klokkan 10.40 í dag, lokala tíð, luttekur í einum undirskrivingarhátíðarhaldi saman við danska statsministaranum og grønlendska landsstýrisformanninum.
Vangin, ið kallast “White House Press Pool Reports” á X hevur eisini vátta hesum. Danska forsætismálaráðið upplýsti í gjár, at undirskrivingin skuldi fara fram klokkan 10.30, lokala tíð.
Hátíðarhaldið verður í ST-bygninginum í New York í sambandi við ST-aðalfundin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald